Tá vit vóru og undirskrivaðu vinarbýðaravtalu við kommunu í Skt. Pætursborg kom greitt fram at tey ynsktu økt fiskivinnusamstarv við Føroyar. Á myndunum eru vit á vitjan í parlamentinum í Skt. Pætursborg.
Í Skt. Pætursborg búgva 6 milliónir íbúgvar og í Pusjkin, sum er ein økispartur av Skt. Pætursborg búgva eini 300.000 íbúgvar. Borgarstjórin í Pusjkin legði upp til, at KÍ skuldi spæla dyst mótið teirra liði. Vónandi verður hetta veruleiki. Tað er nógvir møguleikar við samstarvinum við russar, bæði mentunarligt og vinnuligt. Eg ímyndið mær, at fleiri ítróttarfólk frá Skt. Pætursborg kundi íðka í okkara ítróttarfeløgum. Russar søgdu eisini, at vit vóru vælkomin at senda granskingarfólk til teirra arktisku granskingarstøð.
Føroyski sendimaðurin í Moskva víst á, at tað at vit høvdu gjørt hesa vinarbýaravtalu lætti nógv um tá Føroyar arbeiðir við handilsavtalum við Russland og hini londini kring Russland. Ikki er óhugsandi, at vit kunnu økja um samstarvið við russar á fiskivinnu økjunum. Fiskivinnusamstarv hevur verið millum Russland og Føroyar síðani 50-ini, og í dag verður størsti partur av fiskaúrdráttum, sum koma frá Føroyum uppskipaður til Skt. Pætursborg, hagani ein partur so verður skipaður víðari til onnur øki í Russlandi.
Innan ferðavinnu er Skt.Pætursborg kent ferðamál og ein stórsligin býur. Tað er upplagt at ferðaskrivstovur eitt nú Fonn Flog gera ferðir til Skt. Pætursborg summarhálvuna. Tá ein er komin til Skt. Pætursborg so tekur tað bara nakrar tímar við tokið til Moskva. So um hetta gerst veruleiki kunnu føroyingar vitja tveir heimskendar býir samstundis.






