Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Virkin sum longst

Annika S. Biskopstø

Tað er umráðandi at vera virkin sum longst. At hava nakað at fara upp til og okkurt at koma saman um.

Eg fari at arbeiða fyri, at øll í kommuni fáa rík og gylt silvurár. Tilboðini at venja skulu vera fleiri. Tilhaldini í frítíðini vera góð og innihaldsrík. Fólk skulu hava møguleika at búgva heima sum longst, men eisini koma út í tað vakra umhvørvið og síggjast aftur í einum rørsluvinarligum býi.  

Fólk skulu kunna fara til ymisk ítriv. Tað er gott at halda kroppin viðlíka, men andslívið er ikki minni týdningarmikið. Tað er alneyðugt, at vit sum longst eru virkin.  Venjingar og góð samvera er gott fyri bæði likam og sál.

Í Klaksvík verður to ikki heilt onki gjørt fyri tey, sum eru komin upp í árini. Ven og Virka hevur fleiri venjingartilboð til tey eldru, í kjallaranum í Christianskirkjuni eru javnan áhugaverdir fyrilestrar at hoyra, og Betesda hevur regluliga opið hús við sangløtum og kaffipráti.

Men tess meiri býurin hevur at bjóða, hugnaligari og frískari verða okkara ellisár í Klaksvík. Øll eiga vit part av gylta silvurinum og unna okkara kæru, sum hava stríðst fyri dagin og vegin gjøgnum lívið, eitt vakurt heyst og ein blíðan vetur.

At vera virkin og koma saman kann fyribyrgja einsemi, tunglyndi, ellisbrek og sjúkur av ymsum slagi – langt upp í árini.

Hevur tú havt eitt gott og langt lív, so kanst tú liva hetta umaftur í tí góða prátinum og við teimum góðu minnunum.

Sum býráð mugu vit slóða fyri meiri smidligum íbúðarmynstri. Orkar tú ikki at sita í stórum húsum, og er urtagarðurin vorðin ov strævin at røkja, so eigur ein hóskandi eldraíbúð at vera ein møguleiki.   

Og tá ið fólk gerast sjúk og óhjálpin, so skulu vit sum samfelag vera klár at veita allan stuðul og ta neyðugu røktina, soleiðis at eldri fólk ikki koma at seta seg sjálv og síni nærmastu í eina óhepna og eyðmýkjandi støðu.  Nei, ellisárini mugu ikki kennast sum ein byrða.

Ansingartrygd av gomlum er ein líka stór sjálvfylgja sum at vit byggja stovnar til okkara børn, ella hava skipanir og hjálpartænastur til tey, sum hava tørv ella serliga avbjóðingar.

Dygdin av okkara vælferðasamfelag kann mátast eftir, hvørja virðing vit sýna teimum veikastu – og hvussu vit hjálpa teimum, sum ikki klára seg sjálv og ikki hava orkuna at gera vart við seg ella røddina at hoyrast. 

Eg tosi ikki um stórar bygningar ella um dýrar skipanir. Men tað vil altíð verða okkara ábyrgd og skylda at taka okkum væl og virðiliga av okkara eldru.

Annika S. Biskopstø