Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hugnaløta á dagførdu spæliplássunum

klaksvik.fo

Nógv hevur verið gjørt í seinastuni við at dagføra nøkur av spæliplássunum í býnum. Í samband við hetta, so var í dag skipað fyri hugnaligari løtu við kakao og bollum

Býráðið hevur í eina tíð havt fokus á, at viðlíkahalda spælipláss og skifta leikur út, har tørvur hevur verið á tí. Harumframt eru nakrir sparkivøllir dagførdir.

Spæliplássið í Mylnutún, Jørundsgøtu og á Norðoyri eru nú dagførd og í komandi viku verður spæliplássini Niðan Horn og á Grashjalla eisini gjørd heilt liðugt. Avtala er eisini gjørd um keyp av lendi til spælipláss á Edmundstrøð, og farið verður væntandi undir hetta arbeiðið fyrst í komandi ári.

Sparkivallirnir á Jørundsgøtu, Norðoyri, á Skúlatrøð og á Grashjalla eru eisini umvældir og næstur er sparkivøllurin í Mylnutún, sum eisini verður útgjørdur við kurvabóltsneti. Somuleiðis verður í løtuni grivið út fyri einum sparkivølli í Árnafirði.

Øll spæliplássini hava fingið gott fallundirlag, og fríðkar tað eisini væl um økið.