Allar støðir hjá Landsverki og Vørn siga frá nógvum regni í løtuni.
Forsøgnin heldur sær. Lágtrýsti fer fram við Føroyum beint vestanfyri – bert einar 50 fjórðingar.
Vindurin fer at veksa næstu tímarnar – um 18 tíðina eru 15 til 20 m/s av eystri ella høgum eystri. Regnið heldur á. Tað fer ikki at minka við tí fyrr enn eftir klokkan 18.
Seinni í kvøld fer vindurin niður um 10 m/s, samstundis sum ættin fer niður í sunnan. Tað verður turt ella ælaveður.
Soleiðis verður veðrið í nátt – til klokkan 5 í morginári. Tá støkkur ættin upp í vestan, og vindurin veksur upp í 15 til 20 m/s; í støðum 18 til 23 m/s. Og tað fer aftur at regna.
Tað ringa veðrið í morginári helsur bara á í 1 ella 2 tímar. So fer at minka við vindi og avfalli.



