Við einum 3-1 sigri á heimavølli í dag, reistu Mjølnir seg og komu aftur á slóðina
Mjølnir løgdu seg á odda og vunni fyrsta sett greitt. SÍ vildi eisini uppí og vunnu næsta sett. Næstu bæði settini vann Mjølnir rímuliga greitt.
Við sigrinum hevur Mjølnir 11 stig fyri 5 dystir.
Oliver fekk nakrar myndir.
Næsti dystur hjá okkara monnum er komandi leygardag á heimavølli móti Fleyr. Kvinnurnar spæla beint aftaná, so tískil verður hetta ein ordans Mjølnir dagur.































