Vinnur KÍ á AB mikukvøldið, so endar KÍ í minsta lagi á 3. plássi.
Í løtuni liggur KÍ á 4. plássi. Støðan er hendan:
2. NSÍ 60 stig
3. B36 59 stig
4. KÍ 58 stig
KÍ hevur ein útsettan dyst eftir móti AB mikukvøldið áðrenn 27. umfar móti HB leygardagin. Vinnur KÍ á AB, so endar KÍ í minsta lagi á 3. plássi, tí B36-NSÍ møtast innanhýsis í síðsta umfari og har kunnu bæði ikki fáa trý stig. Vinnur KÍ á AB og síðani eisini á HB, so tryggjar KÍ sær 2. plássið, ið við vissu gevur atgongd til Evropa Conference League. Vinnur KÍ móti AB og spælir javnt móti HB, so endar KÍ einans á 2. plássi, um tað endar við javnleiki ella B36-sigri í dystinum millum B36-NSÍ. Vinnur KÍ móti AB og tapir móti HB, so endar KÍ bara á 2. plássi, um dysturin millum B36-NSÍ endar við javnleiki.
2. plássið gevur KÍ við vissu Evropa Conference League pláss
3. plássið gevur KÍ bara Evropa Conference League pláss, um nr. 1 ella 2 vinna kappingina um løgmanssteypið


