Enn er onki endaliga avgjørt, men sum tingini standa júst nú, er tað mest sannlíkt, at Joseph R. Biden vinnur amerikanska forsetavalið, eftir at tað hevur verið sera tætt í uppteljingini higartil. Enn hevur Donald Trump ein lítlan møguleika, men tað er sera ósannlíkt, at hann sleppur at halda fram. Trump hevur longu boðað frá, at hann fer í hægstarætt við valúrslitinum, tí hann leggur demokratarnar undir valsvik.
Í skrivandi stund (mikudag kl. 16) eru 41 statir taldir og 9 eru eftir at telja. Í teimum 41 hevur Biden fingið 224 valfólk og Donald Trump 213. Tann av teimum, ið fær 270 valfólk, verður forseti komandi 4 árini.
Í statunum Nevada (6 valfólk), Arizona (11 valfólk), Maine (4 valfólk), Wisconsin (10 valfólk) og Michigan (16 valfólk), er Joe Biden á odda. Vinnur hann allar hesar statirnar, fær hann 47 valfólk afturat og hevur tá rokkið 271 valfólk og gerst forseti. Tað er serliga staturin Michigan, ið hevur verið spennandi, tí har er Trump í løtum á odda. Men eftir øllum at døma vinnur Joe Biden hann, nú 90% eru upptaldar.
Í statunum Alaska (3 valfólk), Georgia (16 valfólk), North Carolina (15 valfólk) og Pennsylvania (20 valfólk) er Donald Trump á odda. Heldur tað, fær hann 54 valfólk afturat, ið gevur tilsamans 267 valfólk, og tað eru 3 valfólk ov stutt til at kunna gerast forseti.
Donald Trump hevur boðað frá, at demokratarnir hava framt valsvik, og hann tí ætlar sær at royna valúrslitið í hægstarættinum, skuldi hann tapt. Og hóast tingini kunnu broytast, sær tað í løtuni út til, at Trump verður ov stuttur.



