Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jógvan Skorheim: Hetta var tað – fyri nú

Tíðindaskriv

Jógvan Skorheim viðmerkir

Jógvan Skorheim skrivar m.a. soleiðis:

Hetta var tað – fyri nú
Eftir 8 ár sum borgarstjóri, og góðum samstarvi við meiriluta og andstøðu, er tíðarskeiðið liðugt.
Vit høvdu droymt um at verandi framburður skuldi halda fram, har fokus var á spennandi verkætlanir, miðbý, visionerar ætlanir og fólkavøkstur.
Men Fólkaflokkurin valdi nakað annað.
Eg takki tykkum øllum, ið stuðlaðu flokkinum, sum enn einaferð gjørdi eitt gott val, hóast afturgongd. Takk til øll valevnini, ið gjørdu eitt størt arbeið í valstríðnum. Takk til Kristian Eli Zachariassen og Beintu Klakstein fyri sera gott samstarv seinastu árini.
Eisini eina persónliga tøkk til tykkum 401, ið atkvøddu fyri mær. Hetta eri eg tykkum sera takksamdur fyri.
Vit hyggja frameftir!
(NB: Eg fekk ongantíð vissu fyri nøkrum øðrum møguleika fyri samgongu, hóast hetta hevur verið ført fram í miðlunum)