Sjey vórðu uppstillaði til Eldraráðið í Klaksvíkar kommunu. Tað merkir, at øll tey uppstillaðu fáa møguleika at gerast partur av Eldraráðnum, og sostatt eru ongin varafólk hesa setuna.
Hesi eru vald í Eldraráðið komandi fýra árini:
Gerda A. Absalonsen 170
Gunvør Sigurðsson 153
Manni Waag 104
Dánjal Klakk 91
Finnur Jacobsen 84
Alma Petersen 59
Elsa S. Hansen 48
Eldraráðið verður mannað av sjey umboðum úr Klaksvíkar kommunu, ein úr Hvannasunds kommuna, ein úr Viðareiðis kommunu, ein úr Kunoyar kommuna og einum limi úr Fugloyar kommunu.



