Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hava róð fyri heilsuna

Oliver Joensen

Hesi á myndini, og nøkur afturat, hava nú róð fyri heilsuna í samfullar 12 vikuna. Orsøkin er, at tey øll hava fingið viðgerð fyri hjartasjúku og hava játtað at vera við í eini granskingarverkætlan undir heitinum “Ávirkan av langtíðarvenjing á blóðsytorknan hjá persónum við hjartaæðrasjúku”.

Hetta gongur fyri seg á tann hátt, at ein bólkur, skal venja innirógving í 12 vikur undir harðari hond av Magnus Norðberg, og ein annar bólkur av á leið somu stødd skal liva sum vanligt. So vónar granskarin Jacobina Kristiansen, Lækni, ph.d.-lesandi at kunna prógva at tað loysir seg at halda seg í form við at venja ella í hvussu so er, at tað hevur ávirkan á sjúklingin at venja.

Hvussu nógvir ymiskir persónar eru við í verkætlanini vita vit ikki, bert at tveir slíkir bólkar eru í Havn og tveir her í Klaksvík.

Hesi leggja seinastu hond á venjingina í morgin týsdagin, so skal granskarin viðgerða úrslitið.