Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólakortið 2020

klaksvik.fo

Jólaskipið hjá Jóasi Hansen fer í ár at prýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

Seinastu árini hava børn í frítíðarskúlanum Snjallubjallu, og nú eisini Garðalisu, luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Tá ið freistin var farin, vóru nærum 100 tekningar komnar inn, og vinnarin gjørdist 7 ára gamli Jóas Hansen, sum gongur í 1. b á Skúlatrøð. 

Fyrr í vikuni vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, í Sjallubjallu og í Garðalisu, har hann handaði Jóasi eina gávu og fyrsta jólakortið.

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskja Jóasi hjartaliga til lukku, og takka børnunum fyri tær mongu vøkru tekningarnar, sum komu inn.