Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýtt jólalag við Beintu Elsudóttir Jacobsen 

Jóhann Lützen

“Nú eru jól herinni” er heitið á spildur nýggja føroyska jólasangi, ið nú er at hoyra á føroyskum útvarpsrásum. Tað er 15 ára gamla Beinta Elsudóttir Jacobsen, ið syngur lagið, sum varð skrivað um jóltíðir 2019 og sum er innspældur í november í ár.

Tað er pápi hennara, Petur Háberg Jacobsen, ið hevur gjørt orð og lag. 

“Nú fólk eru farin at stákast til jóla, og jólahugni sæst í grannalagnum, skrivar ein slíkur jólasangur faktist seg sjálvan bara við at hyggja umkring seg”.

 

Beinta hevur áður sungið, eitt nú ein sang til ABC Barnahjálp og hon sang eisini – saman við Jens Marna Hansen og Petur – á sanginum “Gott Nýggjár”, sum kom út seint í desember í fjør, og var nógv at hoyra um árskiftið. 

 

“Nú eru jól herinni” er framleiddur av Niclas Johannesen og ljóðblandaður av Óla Poulsen. Teir báðir spæla eisini øll ljóðførini á sanginum, meðan Petur syngur kórrøddirnar til fyrsta staklagið hjá Beintu Elsudóttir Jacobsen. 

 

At enda vilja vit ynskja øllum tykkum eini gleðilig jól, og eitt gott nýggjár.

 

Hoyrið lagið her:

https://www.youtube.com/watch?v=pbLawmdriDA

Harleyfacadeacryl