Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mjølnir hólvaðu ÍF av

Jóhann Lützen

Tað var stórur munur á liðunum í dag og Mjølnir kunnu fara í jólaferiu á oddasessinum

ÍF fekk ongantíð sítt góða spæl at koyra, meðan okkara óføru Mjølnir menn vóru flúgvandi aftur í dag. Teir hava veruliga spælt seg upp seinastu dystirnar. 

Tað vóru nógv sannførandi avrik á Mjølnir liðnum í dag. Cristian Imhoff vísti veruliga høgt støði, Símun Hoydal Poulsen fekk tað mesta at rigga á libero-plássinum og soleiðis kundu vit hildið á. 

Tað er tætt í oddinum, sera tætt. Við sigrinum í dag eru liðini á sama stigatali, men Mjølnir hevur vunnið eitt sett fleiri og er tískil oddalið. Nú fara liðini í jólaferiu og eftir ætlan skal Mjølnir spæla aftur 2. januar í Sørvági móti SÍ. 

Mjølnir 3 – 0 ÍF. Settúrslitini vóru 25-10, 25-12 og 25-18.