Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjótt at reisa eini hús

Dávur Winther (orð og myndir)

Gjáramorgun fyri klokkan nýggju, byrjaðu menn hjá Norðsetur at reisa elementini til snotilig hús niðanfyri Reyðhúsbrekkuna – ella í gripanum, Klaksvíksskákið/á Brekku.

Klæðningurin varð væl festur í undirsyllina, eins og sverar træskrúur vórðu skrúvaðar niður í undirsyllina í hildu veggjaelementunum væl.

Longu kl. 14 var klárt at rigga til reisigildi, tí tá vórðu takelementini sett uppá ”yvirsyllina”, sum ikki var nógv meir enn ein trýkantslist – Henda syllin er meir fyri at stýra takelementunum.

Tá ið alt stóð uppi, vórðu sperrurnar festar væl í bjálkalagið.

Stutt eftir kl. 14 var so smátt byrjað at skíma. Tá so spurt varð, nær húsið stóð liðugt, var svarið – ”Áðrenn tað verður myrkt”!

So um náttratíð, stóðu húsini liðug. Eittplans hús við høgari reising og ein av bestu útsýninum í býnum.

Skjótt og gott úr hondum greitt – Elementbygging ella sniðbygging kann vera hent og skjót, tá ið alt er væl til rætta lagt.