HB hevur sett ein venjara við fitt av royndum úr Superliguni.
Tað verður 44 ára gamli Jonas Dal, sum skal venja greipuvinnararnar HB komandi tvey árini. Tað boðar HB frá í kvøld. Jonas var venjari hjá AC Horsens áðrenn jól, men fekk sekkin, har Jens Berthel Askou síðani tók yvir. Sostatt koma AC Horsens og HB at býta um venjara.


