Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eystan Múla verður flutt inn í framtíðina í dag

Jóhann Lützen

Í 2024, nærum 60 ár eftir, at Tunlarnir norður um Fjall lótu upp, kunnu fólk eystan Múla koyra igjøgnum nýggjar og tíðarhóskandi tunlar. Málið verður væntandi samtykt í dag, hóast fólk ynsktu aðra linjuføring

3. viðgerð av Uppskoti til broytingar í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum kemur fyri á tingfundinum í dag. Við 2. viðgerð hósdagin í seinastu viku varð málið einmælt samtykt og tískil má væntast at tað sama fer at henda í dag. 

 

Linjuføringin

Samstundis er eisini endaliga avgerðin um linjuføring tikin – og hon verður millum Ánirnar/Árnafjørð og síðani Árnafjørð/Norðtoftir, sí mynd niðast. 

Leingi hevur kjak verður um, hvør linjuføringin er tann besta, og hóast valfundurin á Fossanesi tann 25. august 2019 undan løgtingsvalinum vísti, at størsti parturin av fundarfólkinum ynskti linjuføringina gjøgnum Gerðabø, so verður hetta av ongum. 

Í uppskotinum stendur at “nýggjur tunnil verður gjørdur millum Ánirnar og Árnafjørð á leið har, sum verandi tunnil er, og nýggjur tunnil verður gjørdur millum Árnafjørð og Norðtoftir á leið har, sum verandi tunnil er. Harumframt verða vegir gjørdir millum nýggju tunlarnar, og knýtt verður í verandi landsvegir. Árnafjarðartunnilin er prosjekteraður til at verða 1,9 km. og Hvannasundstunnilin 2,2 km. Tað skulu gerast 1,9 km. av nýggjum vegi”. 

 

Kostnaður og tíðarætlan

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi 12. januar 2021 og hon staðfestur, at tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir í 2024: 

– Orsøkin til hetta lógaruppskotið um at broyta verklagslógina er at fáa heimild til at hækka játtanarkarmin til verkætlanina til 522 mió. kr., sum svarar til eina dagførda kostnaðarmeting.

– Tunlarnir norður um Fjall verða eftir ætlan lidnir í 2024. Teir verða 4,1 km. Við byggiplássi og prísvøkstri verður mett, at tunlarnir kosta 95,5 mió. kr. fyri kilometurin. Tá er roknað við, at tunnilin eigur 80% av byggiplássútreiðslunum

Løgtingsfundurin byrjar kl. 13.30