Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Akademiætlanirnar hjá KÍ lagdar fram

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ legði í morgun sínar ætlanir fram um akademiið.

Tað vóru Eyðstein Poulsen, ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt í starvsnevndini hjá KÍ, og Glenn Ståhl, Akademistjóri, sum løgdu ætlanirnar.

Taka vit fíggjarliga partin fyrst, so fer ungdómsparturin hjá KÍ frá at kosta áleið 0,5 millión og til at kosta minst 1,5 millión. Eitt sum verður raðfest er fakligi parturin av fótbóltsspælinum. KÍ hevur sett út í kortið ein bláan tráð, sum skal ganga aftur allan vegin niður gjøgnum ungdómsrekkjurnar. Krøv vera sett til venjarar á fakliga økinum og reglulig eftirmeting verður saman við stjóranum. Endamálið er at fáa betri leikarar ígjøgnum, at fáa landsliðsleikarar og at uppala leikarar, sum fara uttanlands.

Við tað at vit eru mitt í einum skúlaári, so eru viðurskiftini ikki komin uppá pláss við hesum partinum, hvussu leikarar í samstarvið millum KÍ og skúlan fáa vant meira. Men Glenn Ståhl segði, at málið er at økja venjingarmongdina við áleið 100 %.

Tríggir høvuðsungdómsvenjarar vera í felagnum. Ein fyri gentur, ein fyri dreingir (U11 og uppeftir) og ein fyri børn. Í partinum fyri børn kemur sosiali parturin at vera raðfestur.

Í komandi blaðnum koma vit at greina ætlanirnar fyri akademiið nærri.

Harleyfacadeacryl