Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík tryggjaði sær sigurin síðstu 9 minuttirnar

Jákup Ósá

H71 2 var á odda í hálvleikinum.

H71 2 var á odda 18-16 í hálvleikinum. Tá 9 minuttir vóru eftir, var H71 2 á odda 28-26. Men so vendist alt. Team Klaksvík setti ein øgiligan endaspurt inn og vann 37-30. Sostatt endaðu síðstu 9 minuttirnir 11-2 til Team Klaksvík. Sigurin ger, at Team Klaksvík enn hevur møguleikan at spæla seg í hálvfinaluna, men so krevst ein sigur og helst við nøkrum málum á útivølli móti H71 um eina knappa viku.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu: Valentino Valentakovic 10, Vuk Stevanovic 8, Vilhelm Vilhelmsen 6, Sámal á Tjaldrafløtti 5, Beinir Johannesen 3, Kjartan á Gravarbø 2, Jens Pauli Mohr 2 og Aron Jacobsen.

Harleywoodpaint