Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Málið hevur stóran týdning

skulatrod.fo

Inni í 3. flokki ganga Uhenya og Paula. Tær hava báðar búð í útlondum, og duga tí eisini væl onnur mál enn føroyskt. Umframt føroyskt tosar Uhenya enskt og Paula danskt.

Tær ivast ikki í, at tað er gott at duga føroyskt og onnur mál.

– Tað hjálpir okkum at skilja, halda tær.

– Fyri meg er danskt eitt sindur lætt. Bøkurnar hava stuttar setningar og smá orð. Men tað er gott fyri tey, sum ikki hava lært danskt, heldur Paula.

Í 3. flokki hava tey ikki fingið enskt enn, so tað gleðir Uhenya seg til.

– Tað verður spennandi at læra enskt. Eg dugi tað longu nokkso væl, men tað verður gott.

Á borðinum liggja bøkur, sum tær hava lænt á bókasavninum. Teimum dámar væl at lesa.

– Mær dámar væl at lesa sagnir. Mær dámdi væl bókina Húsfrúgvin í Húsavík, heldur Uhenya fyri.

Paula hugsar og sigur:

– Mær dámar væl ramsur og fakta. Av tí at føroyskt kanska er eitt sindur meira krevjandi enn danskt, so dámar mær væl, at tað rímar.

Hon setir seg væl fyri at byrjar at syngja:

– Ein stutt, ein long, ein tríkantað stong, ein klokka, sum sigur ding-dong, og tær fara at flenna.

– Nú fara vit at læra nýggjar bøkur, tí nú hava vit lisið hesar, smílast tær.

Seinni gingu tær eftir gongini á veg oman í stovuna við nýggjum bókum. Nú vóru tað krabbabøkurnar Rætt ella skeivt, Handbók fyri superhetjur og Prinsessan á ertrini.

– So nú er klárt aftur at fara at lesa, og skunda tær sær víðari.