Tað er ikki uttan orsøk, at Klaksvík er nevndur fiskivinnuhøvuðstaðurin. Tað var júst hendan vinnan, sum fekk býin at fleirfaldast í fólkatali fyrst í 20. øld. Í dag liva flestu norðoyingar av at “klippa hvørjum øðrum”.

Í blaðnum hesaferð greina serfrøðingarnir Johnny í Grótinum og Ragnar Á. Joensen løntakatabýti og starvsmøguleikar í Norðoyggjum
Blaðið verður borðið út í hvørt heim í Norðoyggjum í morgin, og fer at fáast til keyps í Kiosk Aktiv Hornabø, á kioskini í Miklagarði í SMS, FK í Saltangará og í Magn í Gøtudali.



