Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýtt akademi: KÍ raðfestir ungdómsdeildina

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum fríggjadagin) KÍ legði í síðstu viku sínar ætlanir fram um akademiið.

Tað vóru Eyðstein Poulsen, ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt í starvsnevndini hjá KÍ, og Glenn Ståhl, Akademistjóri, sum løgdu ætlanirnar fram á tíðindafundinum.

 

 

Frá 0,5 mió til 1,5 mió

Taka vit fíggjarliga partin fyrst, so fer ungdómsparturin hjá KÍ frá at kosta áleið 0,5 millión og til at kosta minst 1,5 millión. Ein orsøk er, at fleiri lønt fólk vera. Ovast verður ein akademistjóri (Glenn Ståhl), síðani tríggir høvuðsungdómsvenjarar fyri dreingir(Oddur Olsen), gentur(ikki settur) og børn (ikki settur). Afturat hesum fáa høvuðsvenjararnir fyri nakrar av eldru árgangunum samsýning. Krøvini til hesar høvuðsvenjarar økjast eisini, tí allar venjingar skulu skjalprógvast. Fakligi parturin verður uppraðfestur, og tað verður felagið, undir leiðslu av Glenn Ståhl, sum setur út í kortið, hvørji tema vera á skránni og nær. Eitt endamál er, at tá leikarar eru komnir ígjøgnum ungdómsdeildina hjá KÍ, so hava allir verið ígjøgnum áleið tað sama av fótbóltsástøði. Ein fakbólkur hevur í vetur gjøgnumarbeitt ein spælistíl, sum KÍ skal hava og fer hetta at lætta um møguleikarnar hjá leikarum at standa seg, tá teir á fyrsta sinni koma upp í hópin hjá besta liðnum bleiv sagt á tíðindafundinum. Tí verður tað ikki einstaki venjarin, sum einsamallur setur út í kortið, hvat skal venjast og hvussu ofta. Akademiið verður í størsta mun fíggjað við spælaragjaldið (økist til 1500 kr. fyri ein part av ungdómsdeildini), gávu frá Betri Deildini (1,5 millión fyri fimm ár, svarandi til 20 %), sponsorum og FSF.

 

 

Karmarnir vera betri

Tað kom eisini fram, at karmarnir fyri akademinum blíva betri við tíðini hetta komandi árið. KÍ hevur fingið norðara endan í miðhæddini í KÍ-høllini til sítt virksemi. Samband er við fólkaskúlan um at samskipa akademiið saman við dagligu undirvísingini, so at leikarar sum ynskja meir venjing eisini fáa góðar umstøður til hetta. Talið av venjingum hjá ungdómsdeildini hjá KÍ fer eisini at økjast nógv, men kemur hetta ikki til sín rætt fyrr enn nýggi vøllurin í rennibreytini verður klárur, sum eftir ætlan skal vera seinni í ár. Ætlanin er, at fyri ein part av leikarunum, ið ynskja tað, so verður venjingarmongdin økt við 100 prosentum. Eitt skottið verður sett við U11 og uppeftir. Fyri liðini, yngri enn U11, verður dentur í nógv størri mun lagdur á sosiala partin. Ætlanin við hesum strukturi er, at alt skal liggja í einari tryggari legu óansæð hvørjir venjarar er til ymisku liðini.

 

 

Betri leikarar í betri skipaðum umstøðum

Við at hava sett ein akademistjóra, so mennist fakligi parturin nógv. Hesin er ikki tilknýttur nøkrum avísum liði, men er ráðgevi hjá venjarunum og fylgir gongdini/menningini hjá leikarunum. Felagið hevur eisini eina nýggja videoskipan sum gera tað møguligt at taka allar dystir og venjingar upp, um ynski er um tað. Her er ætlanin at venjarar javnan fáa video eftirmetingar av dystum, har m.a. dentur verður lagdur á, hvussu eitt tema hevur eydnast í dysti, sum er blivið vant eina tíð uppundir dyst. Endamálið við akademinum er, at fáa betri leikarar og fleiri leikarar ígjøgnum og upp á besta liðið, har møguleikar eisini liggja fyri landsliðum og at fara uttanlands at spæla. Við at skipa ungdómsdeildina við fleiri venjarum og fleiri løntum starvsfólkum í einum fakligum umhvørvi, har venjingarmongdin økist, so eigur møguleikin at økjast fyri, at hetta eydnast. Íblásturin til hetta akademiið hevur KÍ fingið frá nøkrum av teimum fremstu feløgunum í Skandinavia. Framgongdin av hesum leisti fara vónandi at síggjast longu eftir fáum árum, men heilt stóru úrslitini koma ikki fyrr enn eftir 5-10 árum, bleiv sagt á tíðindafundinum.