Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lítla Samgonga kemur við eini loysn

Jóhann Lützen

Síðani tingfundurin fyrrapartin varð niðurlagdur, hevur sokallaða “Lítla Samgonga” sitið á fundi, og tá fundurin nú verður uppafturtikin, væntar hon at hava eitt broytingaruppskot við sær á fundin, har gordiski knúturin um javnseting av teimum samkyndu verður høgdur av. Norðlýsið kennir ikki til staklutirnar í uppskotinum, men fylgir málinum neyvt.

Støðan er spent á Løgtingi, har tingfundur fyrst skuldi vera kl. 11 fyrrapartin, men bleiv útsettur til kl. 13:30. Eftir hesa útsetingina sat Johan Dahl einsamallur í tingsalinum í eina góða løtu, og júst hann hevur verið tann, ið hevur voldið samgonguni mest høvuðbrýggj. Hini bæði ivamálini, Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, fara allarhelst at taka undir við broytingaruppskotinum frá Lítlu Samgongu.

Nú fæst so at síggja, um broytingaruppskotið verður eitt, ið Johan Dahl eisini kann taka undir við, ella um neyðugt verður fyri samgonguna at biðja um stuðul frá Kristini Michelsen úr Sjálvstýri.

Harleywoodpaint