Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Grækarismessuhaldið verður stroymt á Norðlýsinum

Klaksvíkar Dansifelag

Í dag klokkan 17.00 verður skipað fyri grækarismessuhaldi í Klaksvík. Fylg við stroymingini her.

Grækarismessuhaldið verður í Skálanum, Bøgøta 11. Tað er Klaksvíkar Dansifelag í samstarvi við gulu- og grønuskótar og Klaksvíkar Hornorkestur, ið skipa tiltakið. Grækarismessuhaldið er alment men avmarkað. Tað kunnu hægst verða 200 luttakarar til haldið, og øll skulu skrásetast við navni og telefonnummari við inngongina. Hóast grækarismessuhaldið hevur avmarkað luttøkutal, kunnu øll áhugaði fylgja við, tí tiltakið verður stroymt á heimasíðuni hjá Norðlýsinum www.nordlysid.fo.  

Byrjað verður við at Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg. Síðani verður “Tjaldur ver vælkomið” sungin sum felagssangur, áðrenn Oliver Joensen flytir fram grækarismessurøðu. Grækarismessuhaldið endar við, at vit syngja tjóðsangin í felag.  

Fylg grækarismessuhaldinum her. 

 

 

Harleywoodpaint