Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byggibúgvið á Skála

runavik.fo

Hin 31. oktober 2019 skrivaðu Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri í Articon og borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála um eina útstykking suður frá Hórheiðum á Skála. Verkætlanin fevndi um 27 grundstykkir. Við í útstykkingini var planering av grundøkjunum, kantsteinar, gongubreytir, gøtuljós, asfaltering og rottangar.

Sáttmálin var fyri góðum 16 mánaðum síðani undirskrivaður í húsunum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð, og seinrapartin í dag handaði Jón Sigurdsson kommununi útstykkingina í somu húsum. Semja er um, at hon er serstakliga væl frágingin. Umboð fyri Articon, Teknisku deild og formaðurin í BBN, Tóri Højgaard, vóru møtt, og borgarstjórin og stjórin nýttu høvi at røða og hvør í sær at takka fyri sera gott samstarv hesa tíðina. Formo á Glyvrum hevur havt eftirlit fyri kommununa, og var felagið eisini umboðað, nú útstykkingin varð latin kommununi.

13 av teimum 27 stykkjunum eru longu seld. Søluprísurin á Skála er 575 krónur fyri fermeturin. Sáttmálakostnaðurin var nakað omanfyri 17 milliónir krónur.