Treytað av at KÍ ikki møtir TB í Trongisvági í kappingini um løgmanssteypið, so verður 2021 besta árið hjá KÍ í Trongisvági í 5 ár.
KÍ hevur á hvørjum ári síðani 2016 sett stig til ella tapt í landskappingini ella steypakappingini í Trongisvági. Men soleiðis verður ikki í 2021, tí KÍ fekk fulla úrtøku í sínum einasta útidysti móti TB hetta kappingarárið. KÍ vann 5-0, og tað var eisini fyrstu ferð síðani 2012, at KÍ vinnur við meir enn einum máli í Trongisvági. Hetta er størsti sigurin hjá KÍ í Trongisvági síðan 2012.
Stóru leikararnir hjá KÍ vóru Bob Sumareh og Árni Frederiksberg. Bob skoraði tvey mál, meðan Árni hevði trý upplegg.


