frá týsdegnum 31 mars kl. 1600 til leygardagin 17. apríl.
Beinta er ættað úr Klaksvík, býr í Hoyvík og undirvísir á miðnámi á Kambsdali í átrúnaði, enskum og samfelagsfrøði.
Hon letur sínar málningar í við tilgjørdum skapum undan sínari egnu hond- í rond og vond. Hesi skap eru sett saman í litum, sum nøra um løtuna, tá ið eygað festir seg við væl úr hondum greiddari gongd í myndagerðum sínum. Tá ið Picasso gjørdi málningin, Guernica í 1937 eftir at hesin býur í Baskaralandinum varð bumbaður í sor av týskum flogførum, var hetta ein fyrimyndarligur rakstur í hesi myndagerð
Tað vakra við hesari gongd var, at Picasso gjørdi nakrar fáar linjur á eitt blátt pakkipappír, sum bleiv tann fyrsta tilgongdin til Guernica málningin, sum var gjørdur í pørtum, og allir hesir partar eru til skjals tann dag í dag. Tá ið tað snýr seg um eina tilgongd á tí listaliga økinum, so nøra løturnar seg á mangan hátt í pørtum. Her snýr tað seg t. d. um undirvísing og framsýningar, sum geva góðan íblástur til komandi myndlista gongd.
Beinta fór at mála 2006 og hevur gingið á kvøldskúla hjá Randi Gunnarsdóttir og Finnleif Mortensen. Eisini hjá Birger Møller, sum hevur undirvíst á listaháskúlanum í Århus og havt skeið her á landi, sum Beinta hevur verið við til. Hesi skeið hava givið Beintu ríkan íblástur, so hennara partur, hennara litríku skap dansa ein fegin dans til gleði og gagns fyri eygað, sum sær. Picasso hevði verið fróur, um hann kom her til Fuglafjarðar og sá hesa framsýning, nú Beinta Gaard letur upp sína sýning í Ribarhúsi.



