Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir leikar finalu í dag

Jóhann Lützen

Finalurnar í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum verða leiktar í høllini á Hálsi í dag og páskaaftan.

Mjølnir menninir endaðu kappingarárið á fyrsta plássi. Kappingarleisturin í flogbólti er soleiðis, at nummar eitt og tvey við landskappingarenda leika tvær FM-finalur. Vinnur annað liðið báðar finalurnar er FM heitið í hús. Stendur á jøvnum, verður eitt gullsett upp í 15 leikt, beint eftir seinna dystin, har vinnarin kann kallað seg Føroyameistara. 

Tað er eingin avmarking á áskoðarum í dag. Áskoðararnir sita í sama stað sum til steypafinaluna.

Leikt verður í høllini á Hálsi, og skráin er henda:
 
Skírhósdag 1. apríl  
Meistaradeild menn: ÍF – Mjølnir, kl. 18.00 

Páskaaftan 3. apríl 
Meistaradeild menn: Mjølnir – ÍF, kl. 18.00

Atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast við dyrnar.