Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsta hálvfinalan – Stjørnan – VB í morgin, leygardagin kl. 13.00

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni skulu saman við VÍF, VB og H71 2 kappasta um at vinna niðara bólk av kappinigini hjá kvinnunum, har vinningurin er ein peningaupphædd frá HSF.

Leikast skulu fyrst hálvfinalur. Í aðrari hálvfinaluni møtast Stjørnan og VB, og hinari hálvfinalun møtast VÍF og H71 2. Fyrstu hálvfinalurnar verða leiktar nú leygardagin. Stjørnan og VB leika í KÍ-høllini, og dysturin byrjar kl. 13.00.

Hóast Stjørnan vann greiðan sigur á VB seinast liðini hittust, so vænta vit eitt spennandi dyst í morgin. Næsta hálvfinalan verður í Vági 2. páskadag. Vinna liðini hvønn sín dyst, skal ein triðja hálvfinala leikast.