Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tummas Lervig: Vit vænta at spæla í Klaksvík í morgin

Jákup Ósá

Kommunan ger alt fyri at tað kann spælast í Klaksvík sum eftir ætlan í morgin kl. 15.00.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at alt verður gjørt fyri, at spælast kann.

– Vit rudda vøllin fyri kava í dag og eg haldi, at tað sær gott út. So vit vænta, at tað verður spælt í Klaksvík sunnudagin kl. 15.00, sigur Tummas Lervig, sum eisini rósar vegadeildini hjá Klaksvíkar kommunu fyri gott arbeiði.