Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – NSÍ (2)

Hanus Kjølbro

Í dag er tað luft úr einum hátrýsti sunnan fyri Ísland, sum kemur ímóti okkum.

Í nátt og í morgun er hann komin av vestri, og æl hava verið. Í kvøld fer hann upp í útnyrðing ella útnyrðing-norðan.

Tá ið dysturin ímillum KÍ og NSÍ er á Djúpumýru í kvøld klokkan 19, er turt, loftið er skýggjað, møguliga onkur sólglotti. 

Vindferðin fer at liggja um 5 – 10 m/s av útnyrðingi-norði. Hetta er inn eftir vánni. Best at sita í tí “gamla” skýlinum.  

Hitin fer at liggja um 4-5 stig.