Landsverk og Articon hava undirskrivað sáttmála fyri verkætlanina tunlar norður um Fjall.
Samkoma var, tá Articon og Landsverk undirskrivaðu sáttmála til verkætlanina tunlar norður um Fjall.
Sum nakað serligt kann nevnast, at hetta er størsti sáttmáli, sum er undirskrivaður í einum á Landsverki.
Sáttmálin fyri henda partin av verkætlanini er áljóðandi 373.780.332 mió kr., og tá er millum annað el-arbeiði ikki við. Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 mió.
Eftir ætlan skulu tunlarnir norður um Fjall verða lidnir í 2024.



