Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Limaskapurin hjá Óla M. Lassen ikki avgreiddur

Jóhann Lützen

Og fyrrenn hann er komin uppá pláss, kann hann ikki kalla seg sum part av fólkaflokkinum, sigur Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag

Formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag gjørdist ikki sørt skakkur í gjár, tá hann umvegis miðlarnar sá at Óli M. Lassen aftur var blivin partur av fólkaflokkinum í Klaksvík býráð. 

Mannagongd er tann at tá í limur, sum áður hevur melda seg úr Fólkaflokkinum ynskir at verða upptikin aftur sum limur, so skal hetta viðgerast í nevndini í Norðoya Fólkfloksfelag, sum síðani leggur málið fyri floksleiðsluna til endaliga støðutakan, sigur Símun Gullaksen

Formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag er kunnaður um, at Óli M. Lassen hevur melda seg inn sum lim tann 20. apríl, men sum sagt, so er hansara umsókn ikki viðgjørd enn og tískil er hann ikki limur í Fólkaflokkinum í løtuni, upplýsur Símun Gullaksen 

Í komandi viku verður fundur har m.a. hetta málið verður viðgjørt og ikki fyrrenn endalig avgerð liggur í floksleiðsluni kunnu vit vátta, at Óli M. Lassen kann gerast limur í fólkaflokkinum aftur, sigur Símun Gullaksen

Fólkaflokkurin er partur av meirilutanum í býráðnum og hevur fólkaflokkurin í Norðoyggjum haft tað besta løgtingsvalið nakrantíð seinast og tað besta býráðsvalið nakrantíð seinast, upplýsir Símun Gullaksen.