Grind lá í Haraldssundi í morgun.
Sýstlumaðurin segði við KVF fyri løtu síðani, at talan er um eini 20 hvalir og verður grindin rikin til Hvannasunds. Hann væntaði, at tað gingu 3-4 tímar til hon var í Hvannasundi, so gongst eftir ætlan, so verður hin hildin til einaferð seinnapartin.



