Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mikkjal: Høg ferð og sannførandi álopsspæl var munurin

Norðlýsið

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Mikkjal Thomasen eftir stórsigur í dag á B68. Í góðum dystarveðrið vóru okkara bláu spælarar sannførandi, og vístu stórspæl fyri uppmøttu áskoðarafjøldini.

B68 hevur fingið góð úrslit seinastu dystirnar, men hóast hetta kláraðu tit at vinna eina sannførandi 8-0 sigur á heimavølli. Hvat var tað sum riggaði í dag?

– Tað er fyrst og fremst tað, at vit klára at hava høga ferð og sannførandi álopsspæl. Harafturat kláraðu vit sera væl at finna tey opnu rúmini í verjuketuni hjá B68, og tí megnaðu leikararnir at skapa nógv í álopsstøðu og stressa verjuna hjá B68.

– Eitt annað sum eg eisini havi hug at taka fram er deyðbóltsstøðurnar í dystinum. Vit hava í ár fingið fleiri mál upp á deyðbóltsstøður, og aftur í dag fingu vit nøkur mál upp á júst hetta. Bæði móti 07Vestur og B68 fingu vit fleiri mál upp á deyðbóltsstøður, vísur venjarin á.

Hvør spælari skaraði framúr í dag?

– Tað var fyrst og fremst eitt liðavrik í dag, eins og tað eisini hevur verið higartil í ár. Tó havi eg hug at nevna, at Jasper Van Der Hayden, sum í dag bleiv settur inn á vøllin eftir at Ivar Rønning bleiv skaddur, spældi ein sera góðan dyst har hann bæði skorar mál, leggur upp til mál og fær tiltuska sær eitt straffi, sum Jóannes Bjartalíð síðani setur trygt inn.

 

Higartil í ár hevur KÍ verið flúgvandi. Vit hava skorðað 26 mál í teimum seinastu 4 dystunum. Hvat er tað sum hevur eydnast betri í ár enn undanfarin ár?

– Vit eru fysiskt sera væl fyri, og tað er nakað sum vit hvørt ár hava arbeitt málrættað við. Men spælararnir eru eitt ár eldri og royndari, og so hvørt vit leggja afturat við venjing og fyrireiking, gerast vit betri. Vit síggja tað hjá øllum teimum spælarunum, sum í fjør vóru partur av hópinum, at teir hava gjørt eitt fysiskt lop.

– Menningin má ongantíð steðga, og tí hava vit fokus á framhaldandi at betra og menna einstøku spælararnar, sum í seinasta enda gagnar øllum liðnum.

– Harafturat hava vit í ár broytt tann álopsinnaða strukturin á liðnum. Fyrr spældu vit við einari 4-4-2 leikskipan við smølum kantum, og í dag spæla vit sum oftast við einari uppstilling við breiðum kantum og einari 4-3-3 leikskipan. Hetta kunnu vit gera, tí vit hava sera góðar kantar at seta inn, og sum kunnu verða avgerandi í dystinum.

 

Næstufer skulu vit spæla á útivølli móti NSÍ. Hvussu sært tú hesa uppgávuna?

– Tað verður ein sera spennandi uppgáva. Vit hava nakað at prógva eftir dystin um løgmanssteypið, sum vit týðiliga vóru sera ónøgdir við. NSÍ gjørdi nøkur ting sera væl í tí dystinum, og tað hava vit sjálvandi lagt okkum í geyma.

– Okkara mál er, at vit skulu forma dystin meiri, og tí eru fyrireikingarnar til tann dystin longu byrjaðar. Vit hava tørv á, at vísa okkum frá einari væl betri síðu hesaferð, nú vit møta teimum aftur, sigur Mikkjal Thomasen, venjari hjá KÍ at enda.