Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Møllehave

Áhugabólkurin fyri Eldri í Norðoyum

Nú kendi, danski presturin og rithøvundurin, Johannes Møllehave er farin um sýn, 84 ára gamal, er hóskandi at leita aftur á føroyaferð hansara í 2004, tá  Inga Poulsen Dam, prestur fekk í lag at fáa Møllehave til Føroya.

”Áhugabólkurin fyri Eldri í Norðoyum” fekk tá hugskotið at bjóða Møllehave til Klaksvíkar at røða um okkurt evni, ið hann sjálvur kundi velja.

Maria Klein ringdi til Ingu Poulsen Dam, prest at spyrja, um hetta kundi bera til, og tað var í lagi alt fyri eitt.

Tosað varð síðani við Niels Paula Danielsen, sóknarprest, har spurt varð, um tiltakið við Møllehave kundi vera í Christianskirkjuni hin 17. novembur 2004  kl. 1400.

Niels Pauli, prestur var alt fyri eitt fúsur at játta og beyð samstundis Møllehave og nevndini í Áhugabólkinum: Mariu Klein, Amaliu Hansen, Kalu Lómaklett og Gerdu Arge við til døgurða um miðdagsleitið í prestagarðinum, sum prestafrúan, Elsebeth Danielsen,  stóð fyri.

Døgurðin var serstakliga væl fyrireikaður, góður og eydnaðist í allar mátar, sum ynskjast kundi. Johannes Møllehave var jú eisini ein gestur, ið visti nógv áhugavert og skemtiligt at tosa um, og henda løtan var als einki undantak.

Mikudagin hin 17. novembur var sera illsligt veður av landnyrðingi við vátaslettingi og seinni heglingi.

Tiltakið byrjaði í kirkjuni kl. 1400, har Møllehave hevði valt at røða um heimskenda ævintýrarithøvundan, H. C .Andersen (1805 – 1875).

Oman fyri 300 fólk komu í kirkjuna at lurta eftir Møllehave, og sigast kann, at áhoyrararnir vóru  ikki vónsviknir, tí Møllehave gav áhoyrarunum eina sera ríka, livandi og gevandi uppliving um ævintýraskaldið mikla, ið fólk seint munnu fara at gloyma, har hesin orðasnillingurin, Johannes Møllehave, bergtók fólk fult og heilt frá byrjan til enda.

Aftaná varð boðið til hugnaliga kaffiløtu niðri í kirkjukjallaranum.

At enda fara vit at ynskja Guðs frið yvir minnið um Johannes Møllehave.