Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Livar í Riberhúsi!

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í gjár lat Livar Nysted upp framsýning í Ribarhúsi, sum hongur upp fram til 14. juni.

Ein rættiliga spennandi og væl samanhangandi framsýning hjá Livar í Riberhúsi! Livar flytir seg og er rættiliga virkin, fyri ikki at siga sera virkin.

Hann brúkar ikki bert løriftið, men fer útum og framum løriftið í summum førum – Ja, summi av verkunum, tó at tey eru sett á eina rammu, eru trý-dimensionell og fara útum rammuna – Ja, hann málar á rammuna og brúkar hana sum ein part av listaverkinum.

Livar er djarvur og ger ikki bara, “sum skal og eigur”!

Litirnir eru sterkir og sjálvandi er eisini eitt grindadráp við. Ein litsettur “Veðraskølt” við einum hegni frammanfyri seg.

“Einkjurnar” eru rámandi við syrgnum andlitum útúr málninginum og søkkandi bátum niðanfyri.

Livar hevur lívligt sinni, gott hugflog og góðar ímyndir, so tú sleppur ikki undan at hugsa um, hvat meinar hann við, hugsar ella ætlar við málningunum hann málar.

Tað er gott! – Hann er provokerandi og tú sleppur ikki óátalaður framvið listaverkum hansara!

Livar, tú ert í einum góðum ráki!

Takk fyri eina frálíka framsýning!