Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Óluva og Hervør fingu høvuðsleiklutirnar

Jákup Ósá

Føroyar spældu hálvfinalu í Baltic Cup í dag móti Estlandi.

Dysturin endaði 1-1 í vanligari leiktíð og so skuldi brotssparkskapping til at avgera dystin. Og sigast má, at KÍ-leikararnir fingu høvuðsleiklutir. Óluva A. Joensen, málverji, bjargaði tveimum av brotsspørkunum, meðan Hervør Olsen í sínum fyrsta landsdysti skoraði málið í vanligu leiktíðini og síðsta og avgerandi brotssparkið, sum gjørdi, at Føroyar vunnu seg í finaluna.

Umframt Óluvu og Hervør, so spældi Birita Ryan frá byrjan, meðan Tóra Mohr kom inn.