Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vinnulívið mennir samfelagið

Jóhann Lützen Myndir: Oliver Joensen

og vit vinnulívsfólk skulu vísa politikarum, fíggjarstovunum og øðrum áhugapørtum á burðardyggar leiðir, segði Regin Jacobsen stjóri í Bakkafrost m.a. í eldhugaðari framløgu fyri limum í Vinnulívsráðunum í Klaksvík í dag

Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar javnan fyri netverksfundum fyri limum sínum. Hesaferð vitjaðu limirnir í sera framkomnu og samstundis heimsins størstu smoltstøðini hjá Bakkafrost norðuri á Strond. Veðrið var sera gott, men tó var uppmøtingin eisini sera góð. 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost bjóðaði vælkomin og gav orðið til Rúna Olsen, ið leiddi fjøldina ígjøgnum ein part av smoltstøðini. Síðani settust øll og lýddu á Regin Jacobsen, sum eldhugaður greiddi frá fyritøkuni, um góðu gongdina, íløguætlanir og framtíðarætlanir annars. Tey vitjandi sótu eftir við eini kenslu av eini fyrimyndarligari fyritøku í heimsklassa.

At enda varð ein liðmynd tikin uttanfyri smoltstøðina.