Eftir bert trimum minuttum vórðu øll atgongumerki útseld, sigur Róí Clementsen úr KÍ leguni
Tað er øgiliga stórur áhugi fyri at síggja dystin, men tað sleppa bert gott 700 KÍ fjepparar til dystin. Hetta er nú útselt, tað gingu bara tríggir minuttir, so varð útselt, upplýsir Rói
Vit hava gjørt avtalu við Televarpið um at vísa dystin, so at øll kunnu síggja hann, sum vit kenna frá Betri Deildini, sigur Rói.
Vit hava harumframt keypt rættindini til útidystin í Letlandi, so KÍ fjepparar eisini kunnu síggja tann dystin.
Útidysturin móti RFS verður hósdagin 8. juli kl. 17.00 og heimadysturin verður í Djúpumýru hósdagin 15. juli kl. 19.00


