Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: RFS-KÍ

Jákup Ósá

KÍ skal í dag spæla sín fyrsta altjóða dyst í ár.

Dysturin er í Lettlandi móti RFS. KÍ hevur einaferð áður roynt seg móti liði frá lettlandi og tað var í fyrstu altjóða dystunum í 1992, so tað kann ikki heilt samanberast. Men RFS er oddalið í deildini og greiður favorittur sambært veddingarfyritøkunum.

Hjá KÍ eru nærum allir leikarar tøkir. M.a. er Páll A. Klettskarð nú heilt frískur eftir ein skaða, og tað er møguleiki fyri, at hann spælir frá byrjan. Einastu leikarar, ið ikki eru tøkir, eru Dávid Langgaard og Jóannes Bjartalíð.

Dysturin í Lettlandi byrjar kl. 17.00 føroyska tíð, og dómari verður Nikola Popov úr Bulgaria.