Norðlýsið var í Alfa Bókahandli í dag, tá rithøvundurin og fotografiski listamaðurin Ingi Sørensen vitjaði har við nýggjastu bók síni: “The Faroe Islands – a magical land & ocean safari”.
Sum alt tað, ið Ingi hevur givið út higartil, so finnur tú vakrastu myndirnar av Føroyum, ið tú kanst hugsa tær. Ingi Sørensen er ein meistari í at finna forvitnislig motivir, bæði undir havyvirflatuni og omnfyri.
Bókin er stór í vavi, bæði ummáls og í síðutali. Bókin er spekka við framúr litmyndum frá fyrstu til seinastu síðu, einar hálvt triðja hundrað síður til samans. Motivini eru kring um úr Føroyum, fleiri myndir úr Norðoyggjum.
í fororðunum sigur Ingi Sørensen millum annað at: At sigla kring oyggjarnar er ein undurfull uppliving. Har sært tú nógv ótrúlig motivir og pallar, sum illa ber til at siga frá í orðum, men eg havi mínar myndir at vísa tær…”
Í Alfa Bókahandli kostar meistaraverkið hjá Inga Sørensen 525,- krónur fyri eintakið









