Vit hava hugt eftir, hvussu ymisk aldurssamansetingin var í gjár hjá KÍ og Víkingi.
KÍ vann sannførandi 3-0 sigur á Víkingi í gjár. Ein orsøk var, at KÍ-leikararnir eru meira royndir og gjørdu færri mistøk. Ársins KÍ-lið hevur eisini eina aldursamanseting sum ger, at liðið toppar nú. Yngri leikarar eru ikki við, meðan nógvir eru í bestu árum. Víkingur hevur hinvegin nógvar ungar leikarar.
Aldurssamansetingin í gjár aldur:
KÍ: 28 – 23, 31, 29, 32 – 29, 23, 27, 34 – 31, 30. Innskiftarar: 28, 25 og 32
Víkingur: 21 – 29, 39, 26, 26 – 28, 18, 19, 22, 17 – 33. Innskiftarar: 21 og 19
Her síggja vit, at meðan yngstu KÍ-leikararnir vóru 23 ár, so hevði Víkingur sjey leikarar, ið vóru yngri enn 23 ár.


