Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hansa Hansen verður blaðstjóri á Fyndini

Jóhann Lützen

– Tað er týdningarmikið at lýsa tað at eldast og at vera eldri í Føroyum. Tað skal fram í samfelagsmyndini. Vit ynskja eisini at blaðið við tíðini verður eitt meiri viðgerðandi blað, sum setur sjóneykuna á tað, sum skal gerast betri á økinum, sigur nýggi blaðstjórin á Fyndini

Tað eru nú trý ár síðani eldrablaðið Fyndin fór av bakkastokki. Hesi trý árini hevur undirritaði virkað sum blaðstjóri ímeðan Hansa Hansen hevur samskipað blaðið. Hansa tekur nú við sum nýggjur blaðstjóri.

Hansa er útbúgvin stjórnmálafrøðingur við drúgvum royndum í føroyska miðlaheiminum.

– Tað hevur verið ein heilt serlig uppliving at vera við frá byrjan og síggja hvussu blaðið og vit, sum framleiða blaðið eru vorðin betri við tíðini. Fyri meg er tað fantastiskt at hava fingið hendan møguleikan at framleiða tilfar, sum verður ein partur av føroyska miðlalandslagnum. Tað, at vit hava okkara egnu føroysku bløð hevur stóran týdning tí bløðini eru løtumyndir av okkum sjálvum. Hvørji eru vit í løtuni, hvussu síggja vit út í løtuni og hvat hava vit uppá hjartað í løtuni, sigur Hansa. 

– Fyndin setur sjóneykuna á ein serligan samfelagsbólk – tey eldru. Hetta gera vit tí vit meta, at tað er týdningarmikið at lýsa tað at eldast og at vera eldri í Føroyum. Tað skal fram í samfelagsmyndini. Fyrst og fremst ynskja vit at gera hetta í tí positiva ljósinum, men vit ynskja eisini at blaðið við tíðini verður eitt meiri viðgerðandi blað, sum setur sjóneykuna á tað, sum skal gerast betri á økinum, sigur nýggi blaðstjórin á Fyndini.

Nýggjasta útgávan av Fyndini verður á gøtuni í septembermánaði. Vit ynskja Hansu hjartaliga til lukku við nýggja starvinum.