Eitt av hjartamálunum hjá Sambandsflokkinum er, at vit í Føroyum kunnu veita dygdargóð rehabiliteringstilboð til okkara borgarar. Tí skipar flokkurin fyri einum politiskum kjakfundi, har høvið verður at lýsa tørvin á rehabilitering í Føroyum og hvørjar politiskar framtíðarloysnir kundu verði hóskandi. Leiðslur og politikarar fara at leggja fram og greiða frá sínari vitan og royndum. Í hesum sambandi hevur Sambandsflokkurin bjóðað m.a. Birgitte Vikne frá Vejlefjord Rehabilitering í Danmark til Føroya at greiða frá um rehabilitering
Tað eru nógvir føroyingar, sum eru og verða raktir av álvarsligari sjúku, umframt tær avleiðingar hetta fær fyri tey avvarðandi. Jú skjótari og rættari sett verður inn við fysiskari, sálarligari og sosialari hjálpt, jú betri eru møguleikarnir at kunna venda aftur til lívið og ein vanligan gerandisdag.
Politiski kjakfundurin verður 31. august, kl. 19-21 – í Tórshavn, Aulan í Finsen.
Kjakfundurin verður stroymdur – Facebook: https://www.facebook.com/samband.fo og heimasíða: www.samband.fo
Vejlefjord Rehabilitering er eitt av teimum elstu sersjúkrahúsunum í Danmark, hoyrandi til Vejlefjord Grunnin, og liggur við Vejle Fjord. Síðan 1985 er tað fyrst og fremst heilaskaði og rehabilitering á serviðgerðarstigi, sum arbeitt verður við.




