Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyskt vónbrot á Tórsvølli

Jákup Ósá

Tað var ikki stórvegis spenningur í dystinum á Tórsvølli í kvøld.

Føroyar byrjaðu í eini 4-5-1 leikskipan. Á vinstra bakki var René S. Joensen. Annars líktist alt nógv tí, ið væntast kundi. Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson vóru ikki førir fyri at byrja, meðan Sølvi Vatnhamar byrjaði og bleiv so útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki.

Persónlig mistøk
Føroyar byrjaðu væl og vóru omaná fyrstu 10 minuttirnar. Men so fór Ísrael í skjótálop og snýttu rangstøðufelluna. Hetta sá út til at taka móti frá føroyingum, tí eftir hetta blivu mistøkini mong og Ísrael kom til málmøguleikar. Uppá eitt av hesum mistøkunum fekk Ísrael eitt sum teir skoraðu uppá við góðum langskoti. 2-0 í hálvleikinum har føroyska avrikið ikki var tað besta.

”Punkteraðu” dystin beinanvegin
Tíðliga í seinna hálvleiki bleiv tað síðsta av spenningi tikið úr dystinum, tá Ísrael skoraði eftir hornasparksstøðu. Restin av dystinum koyrdi mest sum í tómgongd, har liðini skiftu nógv út og helst hugsaðu um komandi dystir. Hóast Ísrael førdi 3-0, so megnaðu føroyingar heldur ikki tá at skapa stórar málmøguleikar. Í yvirtíðini skoraði Ísrael til 4-0.

Samanlagt eitt føroyskt vónbrot móti einum liði, sum ikki telist millum tey sterkastu í Evropa, men sum vann ein sera tryggan og stóran sigur á Tórsvølli.