Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rættarstjóri hjá grønlendsku stjórnini

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Ein lítillátin, men miðvísur úrmælingur úr Klaksvík ger um seg sum ein virdur embætismaður í grønlendsku stjórnini – Jógvan Svabo Samuelsen er rættarstjóri hjá grønlendsku stjórnini.

Eftir at hava arbeitt næstan sjey ár á Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni í Tinganesi, valdi klaksvíkingurin, Jógvan Svabo Samuelsen at royna nýggjar leiðir í Grønlandi.

Jógvan fór til Grønlands í mai 2019. Hann hevði nakað frammanundan sæð eina áhugaverda starvslýsing um starvið sum rættarstjóri hjá stjórnini í Grønlandi, ið nevnist “Naalakkersuisut”.

Hóast Jógvan tá bara var 37 ára gamal, sum kundi tykjast nakað ungt til júst hetta starvið, so tók hann kjansin og søkti starvið. Endin varð, at hann fekk starvið, og hevur havt heitið sum rættarstjóri hjá grønlendsku stjórnini síðani 1. mai 2019.

Útbúgvin frá trimum ymsum lærdum háskúlum

Upprunaliga er Jógvan útbúgvin løgfrøðingur (cand. jur.) frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Eftir hetta valdi hann at taka enn eina løgfrøðisútbúgving – hesaferð á University of California í býnum Davis, tætt við Sacramento í norður California.

Útbúgvingin bleiv tikin meðan Jógvan arbeiddi í fullari tíð á Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni, Hetta var krevjandi og nýtti hann tí sínar summarfrítíðir á “UCDavis”. Í 2015 bleiv hann útlærdur  – við heitinum, Master of Laws (LL.M.) í International Commercial Law.

Men Jógvan hevði ikki fingið nóg mikið – Hóast hann nú hevði tvær útbúgvingar, var hann ikki heilt liðugur við hægri lestur enn. Hann vildi nú bøta um sínar leiðsluførleikar, og tók tí ein Master í Management á Harvard Extension School.

Starvið sum rættarstjóri

Jógvan greiðir frá, at starvið sum rættarstjóri er sera spennandi. Rættarstjórin er bæði ovasti løgfrøðingurin hjá grønlendsku stjórnini, Naalakkersuisut, samstundis sum hann eisini er deildarstjóri fyri centralu løgardeildina hjá grønlendsku miðfyrisitingini. Løgdeildin er staðsett í “Formandens Departementet”, sum svarar til Løgmansskrivstovuna í Føroyum. Higartil hevur Jógvan arbeitt fyri tveir formenn fyri Naalakkersuisut.

Eg havi havt eitt sera gott samstarv við teir báðar stjórnarformenninar, Kim og Múte, og eri eg sera glaður fyri at arbeiða hjá formanninum, sum svarar til løgmann her heima, greiðir ein miðvísur Jógvan Svabo Samuelsen frá.

Jógvan er virkin ítróttarmaður, dámar væl at ganga í fjøllunum, renna ein túr og hevur enntá runnið okkurt maraton.

Framtíðarætlanir

Sjálvsagt saknar ein familju og vinir í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum. Men í løtuni stórtrívist eg í Nuuk í Grønlandi, sigur Jógvan.

Jógvan hevur ongar ætlanir um at gevast har í bræði. Men Korona var viðvirkandi til, at tað skuldi ganga næstan 2½ ár, áðrenn Jógvan vitjaði aftur í Føroyum.

Framyvir ætli eg ikki, at so long tíð skal ganga ímillum vitjaninar her á klettunum, sigur Jógvan við einum smíli. Næsta vitjanin er longu avtalað at verða til jóla – um góðar tríggjar mánaðir, sigur Jógvan spentur.

Jógvan fer nú til Kypern at taka sær av løttum í eina viku, áðrenn leiðin aftur liggur til skriviborðið í Nuuk.

Vit ynskja Jógvani alt tað besta norðuri í kavanum í Nuuk, sum tó er í minking vegna broytta veðurlagið.

Mamma Jógvan Svabo Samuelsen, Eyðgunn Samuelsen, er ikki ókend í politikki. Hon hevur sitið 16 ár í býráðnum – frá 1996 til 2012 og á Tingi síðani 2008. Eisini hevur Eyðgunn verið landsstýriskvinna í Almannamálum frá 2015 – 2019. Pápin Jóan Hendrik Svabo Samuelsen er løgfrøðingur, so sigast hann, at Jógvan bregður ikki heilt úr ætt.

Les meira um Jógvan Svabo Samuelsen í Norðlýsinum, sum er á gøtuni í dag.