Leikarin við flest uppleggum í deildini heldur fram í KÍ komandi árini.
KÍ skrivar:
Álopsleikarin, sum kom til KÍ í vár og sum hevur verið ein av teimum mest eyðsýndu í bestu mansdeildini, hevur nú longt samstarvið við KÍ. Fyribils trý tey næstu árini.
– Í Árna Frederiksberg hava vit komandi árini tryggja okkum ein nærlagdan og sera ágrýtnan leikara. Higar til í ár hevur hann serliga ofta verið við í teimum mongu málunum, sum viðleikararnir hava sett í kassan.
– Vit í KÍ leiðsluni fegnast um samstarvið og ynskja Árna bestu eydnu komandi árini


