Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FSF: Áskoðarar sleppa ikki inná vøllin til steypahandanina

Jákup Ósá

Tað verður ikki møguligt hjá stóru KÍ-viðhaldsfjøldini at fara inná vøllin at heilsa uppá føroyameistararnar eftir dystin leygardagin.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, var á FM1 í dag og har segði hann, at sum støðan er nú, so verður dysturin í Sarpugerði leygardagin millum Víking-KÍ spældur eftir skránni kl. 14.00 og við áskoðarum so leingi sum eingi onnur tilmæli koma frá myndugleikunum. Men FSF ætlar at skipa steypa- og heiðursmerkjahandanina soleiðis, at hendan fer fram á vøllinum, har hóparnir og fólkini rundan um liðini sleppa at luttaka, meðan øll hini skulu halda seg á áskoðaraplássunum. Hetta er sama mannagongd sum var í Klaksvík í fjør, tá HB fekk FM-steypið. Hetta kemst vegna høgu smittutølini og tað, at fleiri landslið hava dystir komandi vikurnar. Við hesum vónar FSF at avmarka smittuvandan.

Tað verður sostatt á fyrsta sinni í søgu felagsins hjá KÍ, at steypahandan verður uttan, at stóra áskoðarafjøldin er til staðar á vøllinum.

Harleyfacadeacryl