Fólkaflokkurin hevur avlýst landsfundin, ið annars skuldi vera tann 13. november.
Tað skrivar flokkurin á sosialu miðlunum. Sagt verður eisini, at nýggj dagfesting verður kunngjørd, tá Corona-støðan er hæsað av, og at avlýsingin ella útsetingin er gjørd eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum.




