Føroyingarnir eru svangir eftir at fáa eitt gott úrslit í Ísrael mánakvøldið.
Undankappingin endar við dysti í Ísrael. Ísrael vann 4-0 í Føroyum, men Eran Zahavi, sum skoraði trý mál tann dystin, er ikki tøkur hesaferð vegna skaða. Hjá Føroyum er Gunnar Vatnhamar ikki tøkur í mun til dystin í Danmark.
Dysturin í Ísrael byrjar mánakvøldið kl. 19.45.


